-TíðindiFO:EN
Møguleikin er har enn
27.06.05

Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen mátti lúta móti altjóða meistaranum Emil Hermansson í oddadystinum í Suðuroy International í dag. Hans Kristian liggur tó enn á odda í kappingini og hevur eisini enn møguleikan at vinna sær sín fyrsta IM-norm

John Arni Nilssen – John Rødgaard ½-½
John Shaw – Carl Eli N. Samuelsen ½-½
Sjúrður Thorsteinsson – Jakob Vang Glud 0-1
Oksana Vovk – Ólavur Simonsen ½-½
Hans Kristian Simonsen – Emil Hermansson 0-1

Hans Kristian megnaði ikki at gera sær dælt av fyrsta “match-bóltinum”, tá hann í dag mátti lúta fyri roynda svianum Emil Hermansson. Í miðspælinum greiddi Emil fløkjasligu støðuna betur enn kollfirðingurin, sum tó fær ein nýggjan kjans í morgin. Hans Kristian kann tá við einum sigri á klaksvíkinginum Ólavi Simonsen tryggja sær IM-norm og eitt deilt fyrstapláss í kappingini.

Danin Jakob Vang Glud vann í dag unglingadystin móti Sjúrða, sum misti tráðin í miðspælinum. Jakob nýtti høvið til at seta eitt álop í gongd, og tað endaði við at hann setti Sjúrð mát í 29. leiki. Jakob hevur nú møguleikan at ogna sær sín annan IM-norm, um hann megnar at basa landskvinnu sínari Oksanu Vovk í síðsta umfarinum í Suðuroy International í morgin.

Carl Eli leikti sisilianska byrjan móti John Shaw. Talvið endaði rímiliga tíðliga í einum endatalvi, har telvararnir at enda býttu stigið sín ámillum.

John Rødgaard leikti enn ein skjótan javnleik í dag, hesa ferð tók tað 13 leikir móti John Arna Nilssen. Ikki serliga áskoðaravinarlig telving, men taktikkurin hjá John tykist at vera at vinna á teimum lægst styrkismettu telvarunum og so leika remis móti hinum. Oksana hevur eins og John leikt nógvar javnleikir, men í flestu førunum hevur tað verið stríðst til síðsta mann. Í dag endaði tað við ævigum skáki í talvi hennara móti Ólavi Simonsen.

Støðan, nú eittans umfar er eftir at leika, er hendan:

1. Emil Hermansson, Jakob Vang Glud og Hans Kristian Simonsen 5½ stig
4. John Rødgaard og John Shaw 5 stig
6. John Arni Nilssen og Carl Eli N. Samuelsen 4 stig
8. Oksana Vovk 3 stig
9. Sjúrður Thorsteinsson 1½ stig
10. Ólavur Simonsen 1 stig

Í morgin klokkan 11 telva hesi í 9. og seinasta umfari

Emil Hermansson – John Arni Nilssen
Ólavur Simonsen – Hans Kristian Simonsen
Jakob Vang Glud – Oksana Vovk
Carl Eli N. Samuelsen – Sjúrður Thorsteinsson
John Rødgaard – John Shaw