
Mikudagin 15. apríl, var skipað fyri Agenda 21 verkstovu á Segloftinum á Tvøroyri. Evnið var tilgongdin at leggja ætlan fyri kommunala virksemið við atliti til umhvørvi og burðardygga menning.
Lokal Agenda 21 er arbeiðið hjá lokalsamfelaginum fyri einari burðardyggari menning. Ein innsatsur sum sameinar arbeiðið fyri einum góðum lokalsamfelagi við tað at loysa heimsumfatandi umhvørvis- og menningartrupulleikar.
Meira enn 6.000 lokalsamfeløg kring allan heimin arbeiða ídag við LA 21.
22 fólk úr kommununum vóru møtt. Byrjað var kl. 11 við framløgu áðrenn døgurða. Seinnapartin var bólkaarbeiði á skránni og síðan var framløga av bólkaarbeiðinum og kjak. Fundurin var liðugur kl. 15.
Grundarlagið undir fundinum var bóklingurin "Burðardygg menning í okkara kommunu", ið Agenda 21 stovan gav út í 2007. Bóklingurin lýsir ein einfaldan leist at gera slíkar ætlanir.
Bólklingurin kann lesast niður her: http://www.fkf.fo/Kunning/bm.pdf
Eftir fundin skipaði Tvøroyrar Kommuna fyri rundferð við bussi, har høvi var at síggja ymiskt áhugavert á umhvørvisøkinum í Tvøroyrar Kommunu.
Myndir frá fundinum kunnu síggjast her.
Framløgan fyrrapartin fæst her.