
Deildin er felags-kommunal, og røkir uppgávur fyri Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs og Sumbiar kommunu.
Anna Malena Gilstón hevur tikið útbúgving innan ’Minoritetsstudier’ á froðskaparsetrinum í Keypmannahavn, og hevur starvast innan fyri integratión og sum málsviðgeri í Udlændinge Service.
Hon er ættað úr og búsitandi í Sumba, aftaná at hava búð nógv ár niðri.
6 umsóknir vóru til starvið sum leiðari fyri Sosialu deild.
Anna Malena Gilstón tók við starvinum tann 7-12-2009.