-TíðindiFO:EN
Kommunan handar bygdasavninum skeytið
uppá húsið hjá Bakka-Siggu
08.04.10

Eitt av teimum elstu húsunum í Kirkwall (í Valinum), á Tvøroyri, er nú ogn hjá Tvøroyrar Bygdar- og Sjóvinnusavni.

Onsdagin handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri, Jonny Dimon, formanni í bygdarsavninum, skeyti uppá matr. nr. 411a við ástandandi sethusum.

 

Talan er um húsini hjá Bakka-Siggu, sum eru bygd umleið ár 1900, og sum hava staðið tóm í meiri enn 20 ár.

Húsini vóru upprunaliga bygd sum tvíhús, av manni Bakka-Siggu, Jens Dimon. Síðani er eystari parturin niðurtikin.

 

Í húsunum, sum er einans eru 20-22 fermetrar til víddar, var køk, stova, 2 kømur og harafturat 3 sovipláss á loftinum. Tá ið flest fólk búðu í húsunum, vóru tey uml. 7-8 fólk, men í nógv ár búði Sigga á bakkanum (Sigga Dimon) har einsamøll.

 

Ommusonur Siggu, Poul Dimon, bjóðaði Bygdarsavninum sjálvt húsið, síðani hevur Tvøroyrar Kommuna eisini keypt grundstykkið og nú latið tað til savnið.

 

Ætlanin er, at ’restaurera’ húsini soleiðis sum tey vóru umleið ár 1920.