Suðuroyar Barnaverndartænasta er nýstovnað tilboð til borgarar í oynni. Tað er sprottið úr teim núverandi barnaverndum og sett saman til eina høvuðsbarnaverndartænastu. Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra. Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni , at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin.
Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn ið tørva hjálp. Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað.
Barnaverndartænastan húsast í Tvøroyrar kommunu hjá býráðsskrivstovuni, og tú kann seta teg í samband við okkum um telefon, mail ella fax ella koma sjálv/ur. Barnaverndartænastan er opin frá kl 09.00 – 16.00.
Meir fæst at vita um barnaverndirnar kring landið á www.bvs.fo. Tú kann fáa ein lista yvir sambond við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.