Tvøroyrar, Hvalbiar, Famjins og Sumbiar Kommuna hava avgjørt at samstarva á eldraøkinum við tí endamálið at økja tænastustøðið fyri tey eldru í kommunum.
Broyttar upplatingartíðir í svimjihøllini hava við sær fleiri møguleikar fyri at svimja. Nu verður nevniliga opið 5 ferðir um vikuna, eftir at fríggjakvøld og sunnumorgun er komin afturat.
Í samband við trivna á arbeiðsplássinum hevur Tvøroyrar býráð gjørt av at veita øllum starvsfólkið hjá Tvøroyrar kommunu eitt tilboð uppá avsláttur í Fysio/Fitness, nýggja fitness centrinum á Tvøroyri.
Tvøroyrar kommuna hevur sett Onnu P. Mortensen í starvið sum leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri. Anna byrjar í starvinum 1. mars.